Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ruth Vang gevur Høgna Hoydal av grovfílini

Jóhann Lützen

Atgerðarloysið í Fiskimálaráðnum fær nú Framsókn til bæði at tala at og at leggja eitt egið uppskot fram um at útseta skiftið enn eitt ár.

Í samrøðu við Kringvarpið sigur Ruth Vang úr Framsókn m.a.:

– “Vit hava ferð eftir ferð heitt á Høgna Hoydal, landsstýrismann, um at leggja eitt slíkt uppskot fyri tingið, men tað er ikki hent enn, og tí hava vit valt at gera tað sjálvar”.

– “Tað er ongin loyna, at akkurát hesin her spurningurin um kvotur ella fiskidagar hevur sera stóran týdning fyri okkum, og tað var ein klár avtala í sambandi um nýskipanina, at tað skuldi gerast eitt arbeiði, har sum man metti um fyrimunir og vansar við kvotum og fiskidøgum, og tí arbeiðinum hava vit bíðað spent eftir, og nú er seinasti framløgudagur í hesari vikuni, og enn er onki ítøkiligt komið har frá, og tí hava vit so valt at leggja fram, líkasum fyri at binda um heilan fingur, tí tað er jú soleiðis, at tá ið síðsti framløgudagur er farin, so krevjast 17 undirskriftir, og tá verður tað ofta ein spurningur um forhandling, og tí vilja vit sleppa undan.

– “Vit hava strongt á og strongt á og strongt á, og hetta hevur verið á hvørjum einasta innanhýsisfundi hjá okkum í Framsókn, og hvørja einastu ferð hevur niðurstøðan verið, at landsstýrismaðurin arbeiðir við tí”.

– “Vissi tú spyrt hann [Høgna Hoydal], so hevur hann sikkurt ikki forsømt sínar skyldur, men hann hevur forsømt at tryggja okkum um, at hetta kemur á mál í tøkum tíma”.

Hetta arbeiðið at meta um fiskidagar og kvotur, tað skuldi langt síðani verið gjørt, nemliga fyri at vit ikki skuldu koma í hesa støðuna, men tá ið vit nú eru í hesari støðuni, so skal tað ikki bara hurrast ígjøgnum, at vit fara yvir til kvotur, uttan at vit kenna avleiðingarnar av tí. Kortanei!”

Norðlýsið hevur meira um málið seinni.