Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Enn meira skal takast frá norðurøkinum

John William Joensen

Høgni Hoydal boðaði frá av tingsins røðarapalli, fyri løtu síðan, at ein trupuleiki við uppboðsølunum er at tey sum hava eginkvotur hava keypt tað mesta.

Formaðurin í Tjóðveldi segði at “uttanhýsis ráðgeving” hevur mælt til at teir aktørar sum hava eginkvotu ikki skullu sleppa at bjóða á uppboðssøluni.

Hetta merkir at tey sum í dag eru í fiskivinnuni ikki sleppa at bjóða á uppboðsøluni.

Allarstørsti parturin av føroyska tilfeinginum sum í dag verður fiska, verður fiska av vinnuni sum er í norðurøkinum og aktørum sum hava langtíðarloyvir.

Hendan útsøgnin kemur frá formanninum í Tjóðveldi hóast Ingolf S. Olsen og Óluva Klettskarð ferð eftir ferð alment hava sagt at tað stendur verandi aktørum frítt at bjóða á uppboðssøluni. Hetta hava tey sagt hvørjaferð vinnan í norðurøkinum hevur víst á hvørjar negativar avleiðingar førdi fiskivinnupolitikkurin hevur havt á vinnuna.

Sum skilst tekur løgmaður og Javnaðarflokkurin ikki undir við uppskotinum frá formanninum í Tjóðveldi og hansara “uttanhýsis ráðgeving”.