Í 2017 vóru 40 ár síðani at Elvis andaðist, men tónleikaligi arvurin livir tó víðari í øllum góðum
Tí var hetta hildið, at vera eitt gott høvið, at gera eina heiðurskonsert fyri Elvis. Áhugin vísti seg at vera stórur og tríggjar konsertir vóru hildnar fyri fullsettum húsum á Reinsarínum í Havn, Mentanarhúsinum í Fuglafirði og í Norðurlandahúsinukm. Afturmeldingar hava verið sera góðar og tí eru fyrireikingar nú farnar í gongd við, at halda eina konsert finalu í Spaniastovu, har løg eftir Elvis Presley verða tulkað.
Á konsertini verða spæld løg eftir Elvis, har ferðast verður víða ímillum Rock ‘n’ Roll, Country, Swing og Gospel. Somuleiðis verður sagt frá ímillum løgini, har vit hoyra stuttar søgur og viðmerkingar til lívi og tónleikin hjá Elvis.
Lagt verður eftir, at liggja tætt uppat uppruna framførðslunum, tó við ísletti frá tónleiki sum vit kenna hann í dag. Ynski er, at konsertin skal vera ein góður møguleiki, at minnast aftur á tað tónleikamentan, sum Elvis legði eftir seg. Somuleiðis er hetta ein góður møguleiki, hjá forvitnum lurtarum, at opna hurðina til tónleikin hjá Elvis. Tí sum John Lennon einaferð segði: “Before Elvis, there was nothing”.
Tað eru royndir tónleikarir, sum Jens Lisberg hevur afturat sær, bæði innan country, jazz, rock og kór. Manningin til konsertina verður: Jens Lisberg, sang, Elspa Samuelsen, kórsang, Malan Hansen, kórsang, Torbjørn Lisberg, tangentar, Sámal Lindenskov, guitar, Ólavur Øster, guitar, Heini Fosaa, trummur, Jóhan Martin Jacobsen, bass.
Konsertin verður í Spaniastovu tann 27. Okt. 2018 kl. 22:00. Atgongumerki kunnu keypast áwww.atgongumerki.fo og við dyrnar frá kl 2130.


