Meðan KÍ ongantíð hevur latið so fá mál inn eitt kappingarár, har 27 umfør eru leikt, so kann ikki sigast, at tað hevur gingið eins væl í hinum endanum, tá tað kemur til at skora mál.
KÍ skoraði 48 mál í ársins kapping í bestu deildini. Hetta eru fá mál í søguligum samanhangi. Undir Mikkjal K. Thomassen hevur KÍ ongantíð skorað so fá mál og síðani uppflytingina í 2011, so hevur KÍ bara einaferð skorað færri mál. Tað var í 2014.
KÍ hevur skorað so nógv mál síðani uppflytingina:
2018: 48
2017: 50
2016: 64
2015: 50
2014: 41
2013: 54
2012: 59
2011: 48



