Andru Poulsen, skipari á Stakkavík, letur væl at fiskiskapinum vestanfyri.
Andru var úti í nátt við útróðrarbátinum Stakkavík, sum ger onkrar túrar ov og á. Hesin túrurin royndist framúr væl. Hann sigur, at á 33 stampum fekk Stakkavík knapt 10.000 pund ella næstan 300 pund uppá stampin. Størra helvtin av veiðuni var toskur.



