– Ongin laksur er í ringunum og vit sleppa helst undan at skifta ringin út, men gera hann í stand aftur, sigur Jón Purkhús alileiðari fyri norðrøki hjá Bakkafrost
Fleiri í Klaksvík hava lagt merki til, at Líðhamar hevur ligið heldur óvanligt á pollinum í morgun. Orsøkin er hon, at Líðhamar hevur rent á ein aliring hjá Bakkafrost.
Fleiri hava ringt til Norðlýsið og vit fingu eina mynd. Skaðin er ikki so stórur, hvørki á ring ella Líðhamar
– Økið liggur brak og tí er ongin fiskur í ringinum. Nýtt smolt verður koyrt í ringarnar í desember, sigur Jón Purkhús við Norðlýsið.



