Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Í Vágstúni varð minningarhald um okkara sjólátnu hildið í dag

Oliver Joensen

Tað var ein sera hugnalig løta. Hóast nógv regn hevur verið var mest sum turt meðan haldið var. Tummas Lervig, formaur í Havna- og Vinnunevndini hjá Klaksvíkar býráð, legði fyri við at bjóða vælkomin.

Síðani var sangur, sum Vitin stóð fyri og eftir tveir sangir frá teimum helt Atli Rasmussen røðu.

Eftir røðuna vórðu kransar lagdir: Jógvan Skorheim, borgarstjóri legði fyrst ein krans fyri Klaksvíkar býrða, síðani Poul Michelsen, landsstýrismaður fyri Føroya Landsstýri.Eftir hann, Kári Klettskarð í Kongsstovu fyri Klaksvíkar Útróðrarfelag, síðani Jastrid W. Niclasen, forkvinna fyri Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og til seinast Arthur guðjonsson, formaður fyri Klaksvikar Arbeiðsmannafelag.

Sangbólkurin Vitin sang síðani: Tá summar at heystinum liður. Eftir tað var felagssálmurin “Ja, sig honum takk” sungin.

Tummar Lervig takkaði síðani fyri og bjóðaði øllum niðan í Emmaus til ein kaffimunn.

Alt í alt ein sera hugnalig løta har nógv fólk vóru møtt.

Norðlýsið hevur fingið váttan frá Atla Rasmussen um, at vit skulu fáa røðu hansara, hana leggja vit út seinni saman við nøvnunum á teimum íð hava latið lív síðani allahaldanadag í 2017.

Harleywoodpaint