Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kvinnurnar beinleiðis í EM-undankapping

Tíðindaskriv

UEFA hevur tikið avgerð um at broyta komandi EM-undankapping hjá kvinnum soleiðis, at eingin innleiðandi kapping verður, men at øll londini fara beinleiðis í bólkaspælið

 

– Um vit skulu flyta kvinnufótbóltin upp á eitt hægri støði, er hetta vegurin fram. Og nú vita vit eisini við vissu, at landsdystir verða á skránni næstu tvey árini, og tað er sera týdningarmikið fyri okkum spælarar, sigur Heidi Sevdal, sum farna fríggjadag fekk heiðurin sum ársins landsliðsspælari 2018.

 

Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA hevur tikið avgerð um, at komandi EM-undankapping hjá vinnum verður broytt soleiðis, at lægri undanskipaðu londini ikki skulu spæla innleiðandi kappingar, fyri at spæla seg víðari í sjálva undankappingini, men at øll londini fara beinleiðis í bólkaspælið.

 

Sostatt er greitt, at føroyska kvinnulandsliðið aftur skal spæla tíðandi dystir í 2019 og í 2020.

 

Lutakastið til komandi EM-undankapping hjá kvinnum verður síðst i februar, meðan fyrstu dystirnir í kappingini verða í august.

Harleyfacadeacryl