Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eingin semja í samgonguni um heitu politisku málini

John William Joensen

Sunnukvøldi kl. 20:09 kom tíðindaskriv frá teimum trimum flokksformonnunum um at Framsókn hevði avgjørt at taka uppskoti um at verandi fiskidagaskipan skal halda fram komandi ár, ístaðin fyri eina nýggja kvotaskipan, sum landsstýrismaðurin sigur seg arbeiða við.

Norðlýsað hevur tosað við samgongufólk í morgun og har verður vátta at eingin semja er í samgonguni um kvotaskipan ella tilfeingisgjøld.
 
– Tjóðveldi hevi sett eitt ultimatum fram og kravdi at Framsókn tók uppskotið aftur og freistin var upprunaliga sett til fríggjadagin í seinastu viku.

– Men hetta var so útsett til mikudagin. Men í vikuskiftinum avgjørdu floksformennirnir saman við tingkvinnunum hjá Framsókn, at taka uppskotið aftur fyribils, tí annars hevði eingin samgonga verið í morgun.

– Men politiska støðan er als ikki broyt. Eingin undirtøka er í løtuni fyri ætlaðu kvotaskipanini sum landstýrismaðurin hevur arbeitt við. Tí verður løgtingið nú noytt til at lata fiskidagaskipanina halda fram og eingin niðurskurður verður í fiskidøgunum. Hvussu og hvør leggur hetta uppskotið fyri tingið er púra óvist í løtuni, siga tveir samgongulimir við Norðlýsið í morgun