Tá vit tosaðu við Janus Sørensen, skipara á Brandi fyri løtu síðani, stóð hann júst við kranan norðuri í Norðdepli og legði veiðuna hjá Brandi upp. “Vit hava havt ein sera góðan dag í dag, sigur Janus. Rokni við at tað er at viga umleið 17.000 pund.” – Upp á fyrispurning um hvat slag av fiski talan er um, sigur Janus, at alt er góður toskur og góð hýsa, umleið helvt um helvt. Hetta er besti túrur eg havi gjørt í mong, mong ár. Onkuntíð hava vit fingið 12.000 og 13.000 pund, men so nógv sum var á á teim 45 stampunum, vit settu havi eg ikki vita um í áravís, segði Janus Sørensen og fór aftur undir at hiva kassar upp úr Brandi.
Tríggir mans eru við Brandi.



