Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ gjørt sáttmála við danskan verjuleikara

Jákup Ósá

KÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur fingið styrk til verjupartin.

Talan er um 29 ára gamla Jesper Brinck. Jesper er 1,86 metra høgur dani og spælir í miðverjuni. Hann hevur síðani 2012 spælt við felagnum Brabrand. Síðstu tíðina hevur hann sostatt spælt í triðbestu donsku deildini, men kappingarárið 2017/18 spældi hann í næstbestu donsku deildini, har Brabrand tó flutti niður. Jesper spældi 30 dystir og skoraði trý mál í næstbestu deildini kappingarárið 2017/18. Hesi bæði síðstu árini hevur hann verið liðskipari á liðnum, har hansara sáttmáli nú gekk út.

 

 

Jesper Brinck hevur gjørt sáttmála við KÍ fyri kappingarárið 2019.