Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Regn í kvøld – nakað av vindi í nátt

Hanus Kjølbro

Lítil og eingin vindur í dag, til klokkan 4-5 seinnapartin. Tá kemur eitt brúgvalag við regni framvið – og vindurin veksur. Brúgvalagið er farið norðurum seint í kvøld, og eftir tað fer vindurin at vaksa úr suðuri.

Meira ítøkiligt, so eru umleið 5 m/s úr suðuri í morgun. Tað er turt kring alt landið, og hitin liggur um 7-8 stig.

Beint eftir døgurða fer ættin at sníkja seg eystur um sunnan – til landsynning – og vindurin minkar niður í púrt einki.

Eitt regnumráði – tað er tað, sum vit kalla eitt brúgvalag – nærkast okkum sunnaneftir. Tað fær fatur í Suðuroynna um 4 tíðina, og so ferðast tað norðureftir. Klokkan 6 í kvøld liggja allar Føroyar undir brúgvalagnum. Á midnátt er brúgvalagið farið norðurum, og so er turt allasteðs.

Vindur fer at veksa av eystri um 6 tíðina – upp í 8 til 13 m/s. Um 8 tíðina í kvøld fer hann niður aftur í sunnan. Á midnátt eru 13 til 18 m/s úr suðuri.

Í morgin ári veksur vindurin enn meiri. Klokkan 5 eru 15 til 20 m/s. Út á fyrrapartin minkar aftur.