Tað sigur Andrias Justesen, sum hevur verið á útróðri norðanfyri við Brandi í nátt. Andrias sendið okkum teldpost fyri løtu síðani. Hann sigur:
“Í nátt fingu vit 12.000 pund nordanfyri á einans 36 stampum. Har var øgiligt á í stødum. Næstan eitt tons á 3 stampum. Tad var næstan vara toskur. Kanska 1500 pund av hýsu. Vit havi ikki fingid endaligu vektina enn, men yvir 12.000 er tad so….kanska 12.500”


