Brandur, einasti størri útróðrarbáturin sum rør út úr Hvannasundi hevur gjørt eina sera góða viku. Janus Sørensen, skipari sigur, at teir hava fingið 67.000 pund til samans hesa vikuna. Í dag vóru vit “Í millum oyggjarnar” sum vit kalla tað, vit settu her á Sundagrynnuni og Viðareiðisgrynnuni og fingu 9.400 pund, at kalla alt toskur. Vit høvdu sløk 1200 pund av hýsu.



