Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Mjølnir skipar fyri almennari móttøku

Tíðindaskriv

Flogbóltsfelagið í Klaksvík fyllir 40 ár í ár og í hesum sambandi verður almenn móttøka leygardagin 24. november kl. 17.00 í Badmintonhøllini

Tað var tann 18. september 1978, at fólk í Klaksvík tóku seg saman, at stovnað flogbóltsfelagið Mjølnir. Síðani stovningardagin hevur søga felagsins verið merkt av nærlagni, meistaraheitum og framúr góðum sosialum felagsskapi.

Leygardagin 24. november spæla bæði kvinnurnar og menninir í Klaksvík. Kvinnurnar spæla móti TB kl. 13.15, meðan menninir spæla móti SÍ kl. 15.30.

Aftaná hesar dystir verður almenna móttøkan kl. 17. í Badmintonhøllini

Á skránni verða røður, søguligt myndatilfar og hugleiðingar frá søgu felagsins. Afturvið verður okkurt søtt til góman og gott kaffi.

Mjølnir vónar at síggja mong til móttøkuna