Norðoya Javnaðarfelag skipar politiskum fundi mikukvøldið tann 28. november kl. 20.00 í Miðstovuni í Klaksvíkshandlinum.
Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinna greiðir frá uppskotinum til vælferðarlóg, ið kemur at nýskipa almannaøki soleiðis at vit fáa eina tíðarhóskandi lóg, ið er laga til føroysk viðurskifti.
Eisini verður greitt frá hvat samgongan ætlar at gera fyri at loysa avbjóðingarnar á bústaðarmarknaðinum.



