Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Kunningarstovan á einum vegamóti

Jóhann Lützen

Á ársins seinasta býráðsfundi er fá, men týðandi mál á skrá.

Fíggjarætlanin fyri 2019 er til viðgerðar. Ein marknaumskipan er síðani til viðgerðar.

Eisini skulu býráðslimir taka støðu til fígging av sólskinssøguni við dagstovnaskálum til Fjallafípuna úti í Grøv

Leiðarin av Kunningarstovuni hevur sagt seg úr starvi og er farin í annað starv. Eisini verða 150.00 krónur fluttar av kontuni Vinnumenning til Norðoya Kunningarstovu – afturfyri skal vinnudeildin verða við til at mynda Kunningarstovuna framyvir. 

Býráðsfundurin verður í kvøld kl. 17.30, og skráin fyri fundin sæst her. 

Regluligu býráðsfundirnir eru almennir, og til ber eisini at stroyma fundin beinleiðis umvegis heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.