Triðja mánaðin á rað hevur Klaksvíkar kommuna minni inntøkur samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Hetta er ikki hent síðan 2008, sigur Borgarstjórin við Norðlýsið.
Tey hava hildið ondini og í morgun gjørdist tað so greitt. Triðja mánaðin á rað hevur Klaksvíkar kommuna minni inntøkur enn sama tíðarskeið í fjør.
Borgarstjórin sigur at kommunan hevur fingið 1,5% minni inn fyri november mánaða í ár, enn fyri november mánaða í fjør. Jógvan Skorheim upplýsir at býráðið ætlar at taka upp fíggjarætlanina í apríl mánað næsta ár, um neyðugt er at gera tillagingar.
Hóast flestu almennir starvsbólkar hava fingið lønarhækkan, byggi- og handverksvinnan koyrir við høgari ferð og útróðurin og línufiskiskapurin á landgrunninum gongur sera væl, so falla skattainntøkurnar í Klaksvíkar kommunu. Hagstova Føroya hevur upplýst at tað er í fiskivinnuni at lønargjaldingarnar eru minkaðar.
Jógvan Skorheim sigur við Norðlýsið at hetta var tað, sum ávarað varð ímóti, tá fiskivinnunýskipanin varð samtykt. Hetta eru somu tónar, ið Hanus Hansen reiðari á JFK aftur og aftur hevur víst á, koma at henda við uppboðssøluni.
Tað er einki at ivast í, at tað er uppboðssølan av pelagisku tilfeinginum og í barentshavinum, har tikið verður av óbýttum, sum ger, at lønargjaldingarnar minkað.



