Seinasta vikan hevur verið heilt serstøk hjá Havsbrún, tí at tvey starvsfólk hava fingið doktaraheiti. Talan er um Rúna Weihe, deildarleiðara á Fóðurdeildini, og Hans Jákup Jacobsen, Granskingar- & Menningarleiðara, sum hava vart hvør sína Ph.D.-ritgerð.
Rúni Weihe vardi sína Ph.D. ritgerð hósdagin 13. desember á Norges Miljø- og Biovitenskapeliga Universitet. Ritgerðin snýr seg javnvágina millum fiti og protein í laksafóðri.
Dagin eftir, fríggjadagin 14. desember, vardi Hans Jákup Jacobsen sína Ph.D. ritgerð á Universitetinum í Bergen. Í Ph.D.’ini skjalprógvar Hans Jákup at enzymið frá einum soppi, sum kallast Aspergillus niger, kann niðurbróta nøkur anti-føðsluevni, sum eru í soyamjøli og sum elva til bruna í tarminum hjá laksi.
Á Havsbrún eru vit sera errin av, at hava fingið tveir Ph.D.’arar. Vit vilja hátíðarhalda hetta við at bjóða øllum til eina opna móttøku í kantinuni á Havsbrún hósdagin 20. desember frá kl. 14:30-16:30.



