Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Brandskúlin við Áir skal flytast til Klaksvíkar

John William Joensen

Í álitinum frá fíggjarnevndini sum løgtingið samtykti hóskvøldi stendur at Brandskúlin við Áir skal flytast til Klaksvíkar

….07-24.3.15. 

Hvalastøðin við Áir Løguj. 1.300 

Raðfestar verða 300.000 krónur til flyting av á verandi brandskúla við Áir til Klaksvíkar. Hvalastøðin við Áir, har brandskúlin nú liggur, er um at vera liðugt umvæld og verður eftir ætlan liðug at taka í nýtslu sum nýtt ferðavinnumál í 2019. Tí er neyðugt at flyta brandskúlan…..

Eingin politisk fráboðan er komin frá landstýriskvinnuni í mentamálum ella løgmanni um hetta.

Stjórin á Tekniska Skúla í Klaksvík, Rúni Heinesen, sum eisini umsitur Sjónám hevur onga viðmerking. Hann sigur tó at tað óiva krevst munandi meira peningur um hetta skal gerast veruleiki.

Løgtingskvinnan hjá Tjóðveldi Óluva Klettsgarð sigur soleiðis í boðum til Norðlýsið:

– Mentamálaráðið fer at leggja brandskúlan saman við Sjónám í Klaksvík.

– Undirvísingin í eldsløkking er broytt nógv, havi eg skilt. Í dag brúka skúlar ikki altíð vanligan eld, men okkurt annað slag av brenning sum líkist simulatori. Tað er Mentamálaráðið, sum stendur fyri at flyta skúlan. Um talan verður um at byggja nýggjan skúlabygning er ikki greitt enn.

– Vit valdu at bera skjótt at, so skúlin ikki endaði aðrar staðir, tí var ein upphædd sett á, sum tryggjaði okkum staðsetingina, sigur Óluva Klettsgarð.

 

Sum sagt hava vit enn onga viðmerking fingið frá landstýriskvinnuni í menta- og skúlamálum ella Løgmanni.