Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Evnisvika á Tekniska Skúla 

Jóhann Lützen

Á Tekniska Skúla hevur verið skipað fyri evnisdøgum hesa vikuna. Næmingarnir á tøknibreytini skuldu velja eitt av sjey verkstøðum, ið teir arbeiddu við í tríggjar dagar og síðani løgdu fram fyri hinum næmingunum. Høvuðsevnið var jól.  

 

Um verkstøðini 

Verkstøðini vóru alisfrøði, tónleikur, ítróttur, prosess, lívfrøði, sálarfrøði og samskifti. Næmingarnir skuldu gera eina sleðu, har tey máldu ferð, vekt o.a. Á verkstaðnum í prosess skuldu næmingarnir gera siropskøkur og rokna munin á sukrurinnihaldinum í heimabakaðum køkum og keyptum køkum. Í tónleiki arbeiddi ein næmimgur um ástøði í jólasangum, og hann gjórdu eitt jólalag. Í lívfrøði kannaðu næmingarnir, hvar fuglar halda jól. Í sálarfrøði gjørdu tey plakatir um jól, bundu stjørnur, gjørdu brendar mandlur og bróstsukur. Í samskifti skrivaðu næmingarnir eina grein, tóku myndir og filmaðu dagarnar. 

 

Arbeiðslagið 

Mánamorguninbyrjaði við, at  lærararnir forkláraðu um tey ymisku verkstøðini, næmingarnir kundu velja. Síðani fortaldi Victoria Absalonsen  um jólini fyrr og nú. Eftir tað greiddi Kjartan Gaard Sleire frá um søguna aftan fyri jólasiðir. So fóru næmingarnir til arbeiðis á ymisku verkstøðunum. Týsmorgunin hugleiddi Hanus á Gøðrum, prestur í Klaksvík, um jólini. Hann tosaði eisini um, hví vit halda jól 24. desember. 

 

Framløgan 

Hósdagin løgdu næmingarnir fram fyri hinum bólkunum. Allar framløgurnar vóru góðar og gingu sera væl. Aftan á at tey flestu høvdu lagt fram skuldu vit atkvøða um, hvat køkuhús var vakrast. Vinnarin var kunngjørdur, og vit fóru til serbreytina at fáa kaku og kaffi. Áðrenn vit fingu jólafrí, sluppu vit at royna sleðuna.