Men avgerð er ikki tikin endaliga og peningurin skal brúkast til at kanna um møguligt er at leggja Brandskúlan saman við Sjónám.
Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentanarmálum í viðmerking at løgtingið undir triðju viðger samtykti at játta 300.000 kr. til:
…til flyting av á verandi brandskúla við Áir til Klaksvíkar. Hvalastøðin við Áir, har brandskúlin nú liggur, er um at vera liðugt umvæld og verður eftir ætlan liðug at taka í nýtslu sum nýtt ferðavinnumál í 2019. Tí er neyðugt at flyta brandskúlan…..
Neyðugt at flyta skúlan
Landstýriskvinnan í mentamálum sigur at hon vónar at skúlin kann flytast til Klaksvíkar.
– Tað hevur leingi verið eitt ynski, at flyta Brandskúlan við Áir, og nú ætlanirnar at lata upp ein ferðavinnudepil við Hvalastøðina, er spurningurin vorðin aktuellur aftur.
– Í hesum sambandi halda vit tað vera upplagt at kanna møguleikan fyri at leggja hann í Klaksvík, har vit framanundan hava Sjónám og virksemi har.
– Næsta stig verður at taka spurningin upp við viðkomandi partar og at gera møguligar kanningar
– Avgerðin er ikki tikin enn. Fyrst mugu vit í dialog við kommununa og onnur at kanna málið. Men eg haldi sjálv, at tað hevði verið spennandi at fingið samlað hetta í Klaksvík, sigur Rigmor Dam í stuttari viðmerking.



