Páll A. Klettskarð skoraði í dag tvey mál fyri sítt italska felag í venjingardysti.
Breno spældi móti Castiglione og vann 3-0. Páll skoraði tvey av málunum.
Landskappingin fer í gongd aftur næsta leygardag. Tá møtir Breno á 3. plássi Bedizzolese, sum liggur á 4. plássi.



