Sera nógvur vindur er í løtuni, og løgreglan hevur eisini fingið fleiri fráboðanir um skaðar.
Um hálvgum tvey tíðina í dag fekk løgreglan boð um, at ein bussur var fokin oman av vegnum í Hovi.
Og nú um 16 tíðina misti ein treylari eina bingju. Hetta hendi í Gøtu. Løgreglan er á staðnum, sum tað sæst á myndunum.





