Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Løgtingsformaðurin: – Her verður arbeitt dag og nátt

Jóhann Lützen

Kunningartøknin verður dagførd í tingsalinum og nýggj løgtings-heimasíða er á veg, upplýsir Páll á Reynatúgvu fyri Norðlýsinum

Kjak er í almenninginum um at samgongan ikki torir at kallað til tings, tí vandi er fyri at Framsókn missur forkvinnusessin í fíggjarnevndini. Samgongan er í minniluta og tískil hevur andstøðan kravt at nevndarval skulu verða.

Á heimasíðuni hjá løgtinginum er stendur dagsskráin framvegis á 2018 og ikki 2019. Vit spyrja løgtingsformannin nær næsti tingfundur væntast.

– Eg veit ikki við vissu nær vit byrja aftur, men antin síðst í januar ella fyrst í februar, sigur Páll á Reynatúgvu

Tað verður tó arbeitt dúgliga í tingsalinum, tó ikki politiskt.

– Í løtuni verða tøkniligar umleggingar gjørdar í tingsalinum. Nýggj myndatól verða sett upp og eisini verður ljóðgóðskan betra o.a, upplýsir løgtingsformaðurin. 

Heimasíðan hjá løgtinginum hevur nógv ár á baki, men eisini her er broyting í væntu.

–  Nýggj heimasíða er á veg, ynski er betri brúkarastøðu til borgarar og miðlar. Tøknin betrast allatíðina og tað mugu vit taka til okkum í løgtinginum. Her verður arbeitt nátt og dag, sigur løgtingsformaðurin at enda við Norðlýsið.

 

 

 

 

 

 

Harleyfacadeacryl