Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Búi Egilsson til NSÍ

Jákup Ósá

NSÍ styrkir álopspartin.

NSÍ skrivar soleiðis:

Búi Egilson hevur í kvøld skriva undir 2 ára sáttmála við NSÍ. Búi er ein ungur evnaríkur leikari, sum í nøkur ár hevur verið við í bestu deildini. Hann hevur spælt 78 dystir í bestu deildini fyri FC Suðuroy og samanlagda liðnum hjá suðringunum, umframt 12 dystir í steypakappingini. So hóast sín unga aldur, so hevur hann nógvar royndir í bestu deildini.

 

Vit eru fegin um at Búi Egilson hevur skriva undir sáttmála við NSÍ, og gleða okkum at síggja hann í tí gulu troyggini. Vit ynskja honum vælkomnan til NSÍ, og ynskja honum bestu eydnu í felaginum.