Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Býráðsleiðslan eigur at greiða frá “sjálvsomun” málið

John William Joensen

Gunvá við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri og partur av minnilutanum í Klaksvíkar býráð, heitur umvegis facebook á býráðsleiðsluna um at greiða borgarunum frá málinum, har kommunan hevur bundið seg at rinda felag hjá fyrrverandi kommunalum stovnsleiðara hálva triðju millión krónur í beinleiðis stuðli. Harafturat hevur kommunan bundið seg til at gera stórar íløgur í arbeiðs- og kringumstøðurnar tey næstu fimm árini.
Fyrrverandi borgarstjórin skrivar soleiðis umvegis facebook:

– Ófrættakent, at býráðsleiðslan ikki hevur so mikið av stirðili í sær, at tey ynskja at greiða borgarunum frá hesari “íløguni”. Roknskapurin fyri 2018 verður ikki tann snøggasti kommunan hevur lagt fram, tí manglar peningur nógvastaðni.

– Vísi tykkum nú sum kvinnur og menn og ikki bara standa “uppá mál”, tá ið tær góðu søgurnar skulu sigast, sum jú eru nógvar í góðum tíðum.

 

Les annars útgreining av málunum, sum Norðlýsið hevur gjørt í greinum niðanfyr og viðmerking frá Bjørn á Heygum advokati: