FRÁ SYNERGI: Vælumtókta útbúgvingin fyri skrivstovufólk, samskiparar og móttøkufólk (ÚSSM19) byrjar í januar 2019.
Kom við á ½ ára útbúgvingina ÚSSM19, sum er ment til tín, sum arbeiðir innan skrivstovuøkið. Tú kanst arbeiða samstundis! Tekning nú!
Kom við á ½ ára útbúgvingina fyri skrivstovufólk, samskiparar og móttøkufólk, ÚSSM19. Tú kanst arbeiða samstundis!
Fyrsta modulið er sjálvlestur og fær tú tað sendandi 21. januar. Teknar tú teg seinni, fært tú tað sendandi beinanvegin. Allarseinasta freist at tekna seg er 1. februar, so hevur tú stundir at lesa modulið áðrenn fyrsta undirvísingardag, sum er 6. februar.
Útbúgvingin fær toppkarakter frá luttakarunum.
Væl yvir 100 luttakarar frá nógvum føroyskum fyritøkum og stovnum hava tikið útbúgvingina (ÚSSM).
Tú fært eina persónliga útbúgvingartilgongd, har fokus er sett á teg og tína persónligu og fakligu menning. Tú verður búgvin og víðariment innan mest viðkomandi økini í tínum starvi. Tú fert at trívast uppaftur betur í starvinum og verður styrkt sum sparringspartnari hjá bæði leiðara og starvsfeløgum.
Útbúgvingin er løgd til rættis sum ein samanrenning av undirvísing, coaching og sjálvlesnaði, so tú kanst fáa lærutilgondina at passa inn í ein gerandisdag, har nógv er at gera. Afturmeldingarnar siga, at hetta er tann besta lærutilgongdin.
Kom við á hesa læruríku og persónligt mennandi útbúgvingina sum byrjar 21. januar 2019 (fyrsta modul er sjálvlestrarmodul). Útbúgvingin endar 14. juni 2019 við prógvhandan. Próvtøkan er sjálvboðin. Fert tú ikki til próvtøku, ført tú váttan fyri luttøku.
Útbúgvingin vendir sær til skrivarar, samskiparar, móttøkufólk, verkætlanarskrivarar, leiðsluskrivarar, advokatskrivarar, læknaskrivarar, hjálparfólk á skrivstovum og onnur í líknandi størvum.
Tekna teg og les alt um útbúgvingina HER ella á www.synergi.fo



