Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Javnaðarkvinnur á bindiklubbarundferð

Tíðindaskriv

Í Javnaðarflokkinum vilja vit, at veljarin skal hava ávirkan millum valini. Tí skipa við javnan fyri limafundum og vitja kring oyggjarnar, har vit práta við fólk um møguleikar, forðingar, ynskir og dreymar.

Men ofta eru tað tey somu, sum siga frá. Sum koma á fund og sum rópa hart, tá okkurt ikki riggar sum tað skal. Tað skulu tey halda fram við. Men vit vilja eisini hoyra frá teimum, sum ikki eru fyrst at rætta fingurin upp í eini stórari mannfjøld. Teimum, sum ikki rópa so hart. Tí hesi hava minst líka hvassar eygleiðingar og duga minst líka væl at koma við hugskotum og góðum ráðum til politikararnar. Og ofta – ikki altíð – men ofta eru tað kvinnurnar, sum halda seg aftur. 

Vit vilja eisini hoyra kvinnurnar! Og tí bjóða kvinnuligu umboðini hjá Javnaðarflokkinum seg til at vitja bindiklubbar kring landið, har politikkur verður á skrá í eitt kvøld. Vit hava eina kaku og onkrar spurningar við, men bindiklubbarnir sleppa at seta dagsskránna.  

Allir bindiklubbar í landinum eru vælkomnir at bjóða okkum við. Tilmelding fer fram við at senda okkum ein teldupost til javnadarflokkurin@logting.fo ella við at senda eini boð á Facebook. 

P.s. javnaðarpolitikarar duga eisini at binda og tosa um uppskriftir.

 

 

 

 

 

 

 

Harleywoodpaint