Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kári spyr løgmann um revsing í rúsevnamálum

Tíðindaskriv

– Um øll rúsevnamál skulu avgreiðast í rættarskipanini, er talan um stóran eykakostnað og nógv arbeiði hjá løgreglu og rættarskipan, sum als ikki stendur mát við revsingina, hetta sigur Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýri, m.a. í einum §52a fyrispurningi sum hann í dag hevur sett Akseli V. Johannesen, løgmanni.

Tingmaðurin greiðir frá, at í okkara grannalondum er eitt minstamark – ella ein sokallað “bagatelgrænse” fyri rúsevnabrot. Hesi brot vera síðani avgreidd við bót.

Spurningarnir Kári P. Højgaard hevur sett løgmanni, eru soljóðandi:

 

1. Er tað rætt, at einki minstamark er fyri nøgd, sum kann verða avgreitt við bót, men at øll narkomál skulu í rættin? Eisini um til dømis ein persónur verður tikin við 0,1 grammi av rúsevni?
2. Eru somu reglur galdandi á hesum øki í Føroyum, sum í hinum Norðurlondunum?
3. Hevur politiski myndugleikin ætlanir um at fremja nakrar broytingar, vísandi til spurningarnar?

 

Harleywoodpaint