Ormurin Langi er mannaður til kappingarárið í ár.
Ormurin Langi vann í fjør á fyrsta sinni føroyameistaraheitið. Tað var gjørt á tryggan hátt, tí á ólavsøku skuldi Ormurin Langi enda aftast fyri ikki at vinna FM.
Tríggir nýggir røðarar Á Orminum Langa í ár eru tríggjar broytingar, sigur Henningur-Einar Juul, sum er ein av røðarunum á Orminum Langa í 2019.
Røðararnir á Orminum Langa í 2019 eru hesir: Henningur-Einar Juul, Tórður S. Guttesen, Hálvdan Dalsgaard, Rúni M. Jónsson, Heini Edvardsson, Jón Syderbø, Jón Petersen, Sonni Eliasen, Bárður S. Guttesen og Svein Rógvi Nielsen Ljósstein. Stýrikvinna verður Óluva V. Simonsen.
Sambært Henningi, so eru Havnarbáturin og Suðuroyingur mannaðir, meðan tað ljóðar at møguliga onkur annars eisini verður mannaður og við í kappingini.
Sum skilst verður Klaksvíkingur ikki við í ár.



