Fyrsta felagsvenjingin hjá KÍ var mánakvøldið.
Á myndini síggja vit allar sjey útlendingarnir, sum KÍ hevur sáttmála við fyri 2019. Teir komu í síðstu viku og fyrstu ferð allir vóru samlaðir var mánakvøldið. Fimm av teimum eru nýggir, meðan tveir vóru við í fjør. Frá vinstru: Jesper Brinck(Danmark, 5), Torbjørn Grytten(Noreg, 9), Deni Pavlovic(Serbia, 10), Boris Dosljak(Montenegro, 21), Simen R. Sandmæl(Noreg, 6), Darius Lewis(USA, 11) og Takuya Matsunaga(Japan, 19). Tølini eru fyribils og samsvara í summum førum ikki við tey, sum leikararnir fara at spæla í, tá nýggju klæðini koma.
Myndirnar niðanfyri eru frá upphitingini í KÍ høllini í kvøld. Fyrsti venjingardysturin við útlendingunum á liðnum verður leygardagin í Fuglafirði móti ÍF.





