Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fleiri hittu ein serfrøðing

Jóhann Lützen. Myndir Oliver Joensen

Vinnulívsfólk fingu frálíkt høvi at fáa fleiri spurningar svaraðar á sama matrikuli. Íverksetarahúsið og Hugskotið skipaðu í felag fyri ókeypis ráðgevaradegi í Klaksvík í dag

Tiltakið var fyri øll og er eitt tilboð um stutta ókeypis ein-til-ein ráðgeving. Serfrøðingar innan m.a løgfrøði, marknaðarføring, fígging og grannskoðan eru tilreiðar at geva tær 20 minuttir ókeypis ráðgeving ella sparring um tína fyritøku ella íverksetarahugskot.

Tiltakið varð fyriskipað á tann hátt, at tey uppmøttu kundu taka seðlar tey hugsaðu sær. Vildi ein hava løgfrøðisliga ráðgeving, so skuld seðilin við løgfrøðisliga serfrøðinginum takast. 

 

Hesir ráðgevararnir vórðu at hitta:

  • Óli Joensen frá grannskoðaravirkinum Januar. 
  • Niels Uni Dam, stjóri og ráðgevi í Nudlavirkinum. 
  • Eimi Fossdalsá og Elsu Reinert frá TAKS 
  • Birita Sandberg Samuelsen frá SÓKN Advokatum
  • Mathea Hilduberg frá Vinnuframa. 
  • Vivi Egholm frá Framtak. 
  • Rógvi Rygshamar frá Betri banka