Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klakkur hevur havt rokfiskiskap á Flemish Kap

Jákup Ósá

Fiskiskapurin byrjaði 10. januar.

Vit hava fingið upplýst frá Vørn, at Klakkur hevur fingið 376 tons (í ‘’rundari’’ vekt) hesar knapt 14 dagarnar, sum hann hevur roynt. Hann er saman við trimum øðrum frystilínuskipum á Flemish Kap, har fiskiskapurin byrjaði 10. januar.

 

Skipini hava fingið hesar nøgdir:

Klakkur 376 tons av toski (og 0,2 tons av øðrum fiski)

Eivind 261 tons av toski (og 8 tons av øðrum fiski)

Stapin 255 tons av toski (og 0,5 tons av øðrum fiski)

Kambur 269 tons av toski (og 0,6 tons av øðrum fiski)