Líkt er til, at 8-mannafarið verður ”flaggskipið” hjá KRF í summar.
Einki bendur á, at Klaksvíkingur verður mannaður í ár. Men 8-mannafarið Nevið Reyða verður mannað fyri fyrstu ferð síðani 2016. Tá vann Nevið Reyða FM við manning, sum í 2017 vann FM við Klaksvíkingi.
Vunnu við Fípuni Føgru og Páll Fanga
Talan er um somu manning, sum síðstu árini hevur vunnið fyrst við Fípuni Føgru í 2016 og 2017 og síðani Páll Fanga í 2018. Men hesaferð er neyðugt við tveimum nýggjum røðarum, tí talan er um 8-mannafar. Eisini er nýggj róðurskvinna. Talan er um unga manning, sum í 2018 vísti, at aldur ikki er nøkur forðing fyri at vinna millum tey vaksnu. Teir sum manna Nevið Reyða í 2019 eru: Jón Josephsen, Brandur Kjølbro, Ísakur Viðoy Staksá, Benjamin E. Sigurðsson, Hermann Samuelsen, Martin Joensen, Sigmund Mørkøre og Fríðjohn Elttør. Róðurskvinna er Sigrid Eysturdal Justesen.



