Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum er nú farin at spinna lóggávu, sum í veruleikanum ongan sum helst týdning far fyri føroyska yvirtøku av útlendingamálum.
Landstýrismaðurin sigur seg at hava arbeit við at yvirtaka útlendingamál hóast Føroya Landstýrið greitt hevur fingið at vita at Schengen-londini, sum Føroyar eru partar av gjøgnum ríkisfelagsskapin, kníta útlendingamál saman við saman við marknaðareftirlitinum og politimyndugleikanum.
Tað er púra greitt fyri øllum, sum hava nakað sum helst innlít í útlendingamálsøkið, at Schengen-londini fara ongantíð at góðtaka at føroyskir myndugleikar, sum ikki eru limir í Schengen samstarvinum, sleppa at avgerða hvørji fólk sleppa at gerast borgarar í schengen.
Politiskt spinn og “beskæftelsesterapi”
Í tíðindaskrivið frá Landsstýrismanninum, verður boða frá nýggjari lóggavu og við tilhoyrandi “promp og pragt” verður henda lóggáva kunngjørt, sum eitt týdningarmikið mál á fullveldisleiðini, sum landsstýrismaðurin sigur seg ynskja at ganga.
Men tey fáu, sum hava lisið lógaruppskotið, sum landsstýrismaðurin sigur seg hava gjørt avtalu við donsku stjórnina um, síggja svart uppá hvítt at uppskotið loyvir, í besta fall, føroyskum myndugleikum at gera tilmæli í “fyrsta lið”. Eingin avgerðarrættur verður fluttur til Føroyar. Einasta broytingin verður kanska at eitt skrivstovustarv afturat verður sett í tinganesi.
Eftir at danska fólkatingið og føroyska løgtingið einaferð hevur endaliga samtykt uppskotið hjá Poul, er niðurstøðan hjá baði donsku og føroysku embætisfólkunum hendan:
“….Galdandi lóggáva á økinum verður innihaldsliga í stóran mun tann sama eftir, at heimildirnar verða fluttar…..”
Tað er alla æru vert at seta sær stór politisk mál, men harífrá og so at fremja fullkomiliga einkisigandi “ikki”-lóggávu er at lúgva fyri fólkinum.
Les fraboðanina frá landsstýrismanninum og lógaruppskotið her



