Nývaldi formaðurin í fíggjarnevndini Bárður Nielsen, sigur at tað er sjálvsagt at meirilutin í fíggjarnevndini eigur nevndarformannin.
Løgtingið og fíggjarnevndin hava ikki verið til arbeiðis síðan Kristin Michelsen var koyrdur úr Javnaðarflokkinum, men nú ferð Fíggjarnewvndin aftur til arbeiðis sigur nývaldi formaðurin, Bárður Nielsen.
– Eg havi boða nevndini til fundar longu týsdagin at fáa avgreitt tey mál sum hava ligið og bíða í nevndini, nú samgongan ikki longur er virkisfør.
Løgmaður hevur annars hótt við at samgongan hevði gjørt avtalu við leysgangaran Magna Laksáfoss um at velja allar løgtingsnevndir av nýggjum um fíggjarnevndin avgjørdi at velja nýggjan formann.
– Eg havið biti merki í at løgmaður hevur sett fram politiskar hóttanir á ymsu miðlunum um at velja allar nevndirnar av nýggjum, men eg má siga sum er at vit høvdu tikið væl ímóti um samgongan ætlar at velja løgtingsnevndirnar av nýggjum. Tí í løtuni er andstøðan undirmannað í løgtingsnevndunum, og sum støðan er í tinginum í løtuni standa vit til at fáa meirilutan í minst trimum løgtingsnevndum og tað er munandi meira enn vit hava í dag.
Nú fara vit aftur til arbeiðis og vónandi verður samstarvið í nevndin betur eftir formannskifti og okkara partur skal so í øllum føri ikki liggja eftir.



