Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bæði Sandoynna og Kaldbaksfjørð ella onki

Jóhann Lützen

Marine Harvest og Thor søkja saman um menningarkvotu, ið skal virkast í Sandoynni. Treytin fyri at fara undir hetta er, at samstarvið umframt menningarkvotuna eisini fær aliloyvi á Kaldbaksfirði. Borgarstjórin á Sandi stuðlar ikki óvæntað verkætlanini av fullum huga, og vísir á, at Sandoyggin nú eigur tørn, eftir Suðuroynna, at fáa politiska vælvild.

Í einum slagi av “pakkaloysn” fekk Bakkafrost tillutað øll aliloyvini í Suðuroynni. Hetta hevur uttan iva viðvirkað til, at fyritøkan nú ger eina risastóra íløgu í eina smoltstøð í Ónavík, nær við Vág. Íløgan kostar 250 milliónir og er tann størsta, sum er gjørd í Vágs Kommunu nakrantíð.

Nú í vikuni kom so fram, at Marine Harvest og Thor eru farin saman í eitt samstarv, ið søkir um menningarkvotu, ið umfatar Sandoy Seafood. Reiðaríið Thor skal fiska hana og avreiða til Sandoy Seafood. Talan er eisini her um eina pakkaloysn, har samstarvið vil hava bæði menningarkvotu og aliloyvi á Kaldbaksfirði, og lovar afturfyri at skapa arbeiðspláss á Sandoynni.

 

Take it or leave it

Tað hevði ein feril av ultimatum yvir sær, og verður stuðlað politiskt av borgarstjóranum á Sandi. Stjórin í Marine Harvest sigur, at fáa teir ikki aliloyvið á Kaldbaksfirði, fara teir heldur ikki undir verkætlanina, sum er grundarlag fyri menningarkvotuni. Tað er ein samlaður pakki, og tveir landsstýrismenn báðir skulu siga ja, annars verður verkætlanin av ongum.

Brandur Sandoy sigur “Suðuroyggin hevur politiskt fingið skavað sær so mikið av góðvilja, at við seinastu átøkunum kemur gongdin helst at fara rættan vegin, nú bæði alingin rættuliga tekur dik á seg, og uppisjóvarvinnan leggur nógv arbeiðspláss í Suðuroynni. Í Sandoynni er støðan tó lítið broytt, og nú eigur eftir mínum tykki Sandoyggin at standa fyri tørni.” Við øðrum orðum verður Suðuroyggin brúkt sum præcedens um hetta slagið av heildarloysn.

 

Søktu eisini í fjør

Í fjør søkti Thor-samtakið eisini um menningarkvotu, men stóð eftir við ongum. Thor kvitteraði við at boða frá, at ísfiskatrolararnir Topas og Sardis verða seldir úr flotanum, og at Kúrberg er ávegis sama veg. Í tí sambandi gav stjórin, Hans Andrias Kelduberg, politisku skipanini eina breiðsíðu, og sigur við in.fo, at “Tað fækkast við skipum í Havn og soleiðis, sum eg dugi at síggja, er tað tann politiski viljin í løtuni, at í Tórshavn skal ikki hugsast um fisk ella fáast við skipavinnu.  Hans Andrias Kelduberg heldur, at soleiðis, sum gongdin er í Tórshavn í løtuni, skal alt verða eitt skriviborðsveldi, sum innkasserar nógvan skatt”.

Nú verður so roynt í útjaðaranum í staðin í vón um, at har verður størri vælvild. Og bæði Marine Harvest og Thor hava soleiðis útpenslað við stórum bókstavum, at tekur politiska skipanin ikki av samlaða pakkanum við menningarkvotu, aliloyvi og arbeiðsplássum, gleppur hetta høvið at skapa virksemi og harvið menning í Sandoynni av hondum.

 

Vinnulívið vil fegið menna Sandoy

Her hava vit soleiðis ta støðu, at ætlanin um at menna Sandoynna ikki kemur frá politiskari síðu, men at tað er vinnulívið, sum vil menna. Og í vinnulívinum mugu tingini mala runt fíggjarliga, annars má man gevast í vinnuni. Tí er tað skilligt, at vinnan setir treytir um onkran form fyri inntøkutrygd fyri at fara í holt við eina tílíka stóra og í fyrstu atløgu dýra menningarverkætlan.

Hetta leggur sjálvsagt trýst á fiskimálaráðharran og vinnumálaráðharran. Teir vilja neyvan vera atvoldin til, at ein íløga fyri tíggjutals milliónir ikki verður gjørd í Sandoynna, og at eitt stórt tal av arbeiðsplássum ikki blivu til nakað. Samstundis hava teir onnur atlit at fyrihalda seg til, millum onnur armslongdarprinsippið og løgfrøðina. Hinvegin loysa teir ein demografiskan og harvið politiskan trupulleika, ið hvussu er partvíst, við at lata vinnulívið standa fyri at menna Sandoynna.