Fyrr í vikuni skrivaðu vit um, at Dávid Langgaard møguliga var á veg til ÍF. Nú er skiftið endaligt.
KÍ skrivar soleiðis:
Stuðulsleikari til Fuglafjarðar at royna seg
Dávid Langgaard hevur síðstu árini verið ein av týdningarmiklu stuðulsleikarunum hjá KÌ, bæði í Bestu deildini og í 1.deild. Longu sum 16 ára gamal gjørdi hann seg galdandi í 1.deild. Besta árið hjá honum var í 2016, tá hann spældi við í flest øllum dystum á besta liðnum. Kappingarárið 2017 hevur skaði darvað, men í fyrru helvt av 2018 hevur Dávid verið ein av týðandi spælari á 1.deild, har hann eisini hevur gjørdi 9 mál.
23 ára gamli KÌ´arin hevur nú fingið eitt tilboð frá ÍF, sum hann ikki kann siga nei til, nú hann lærarir til maskinmeistarar í Havn. KÌ hevur ligið framvið og vildi heldur enn fegið, at Dávid helt fram í felagnum, men vit hava eisini virðing fyri, at hann roynir seg hjá grannunum í Fuglafirði. Sjálvsagt vænta vit seinni at síggja Dávid aftur í kongabláu troyggjuni.
KÌ ynskir Dávid bestu eydnu í ÍF.



