Allir teir nýggju leikararnir hjá KÍ vóru á vøllinum, tá ÍF og KÍ leiktu javnleik í Fuglafirði í dag.
Tað var sera kalt í Fløtugerði, men vøllurin var ikki kavakladdur og ei heldur frystur. Bæði liðini stillaðu upp í tí, sum líkist sterkasta uppstilling í løtuni. Í seinna hálvleiki skiftu bæði liðini nógv út. Hálvleiksstøðan var 0-0 og vóru fáir mál møguleikar í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki kom KÍ á odda 1-0 við máli frá Patrik Johannesen, men Karl Løkin javnaði móti endanum. 1-1 var úrslitið. Talan var sum heild um ein javnan dyst og javnleikurin var ikki heilt av leið í mun til dystargongd. Í seinna hálvleiki høvdu liðini fleiri góðar málmøguleikar.
ÍF-KÍ 1-1 (0-0)
0-1: Patrik Johannesen (Upplegg: Torbjørn Grytten)
1-1: Karl Løkin (Upplegg: Pól Jákup Lundsbjerg)
ÍF: Petur Meinhard Magnussen – Gunnar Christiansen, Henry Heinesen, Poul N. Mikkelsen, Andy Olsen – Høgni Madsen, Karl A. Løkin – Arnold Kristiansen, Sámal Joensen, Ari Ó. Ellingsgaard – Jan Ó. Ellingsgaard.
KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Óli Ey. Poulsen, Jákup B. Andreasen, Takuya Matsunaga, Simen R. Sandmæl – Torbjørn Grytten, Patrik Johannesen.


































