Harleywoodpaint

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Súlan fingið motorsteðg

Jóhann Lützen

Eftir øllum at døma hevur avloysaraskipið hjá Rituni, ið skuldi taka við á Svínoyar- og Fugloyarleiðini, fingið motorsteðg og kann tí ikki sigla sum ætlað. Sildberin hevur tikið Súluna uppá sleip til umvælingar.

Lagnan hjá Svínoyarsiglingini, eins og Fugloyarsiglingini, er framvegis ógreið. Eftir at Ritan tók í botn og meiddi skrúvuna leygardagin, hevur Súlan nú fingið motorsteðg. Í gjár skrivaði Norðlýsið um vantandi virðingina fyri útoyggjafólki, at tey skuldu vera fyriuttan ferðasamband í dagavís, og møguliga tað hevur viðvirkað til, at SSL í dag sigur á heimasíðuni, at Súlan byrjar longu í dag kl. 14:45. Men nú hongur alt aftur í leysum lofti, tí motorurin megnaði ikki longur.

Tá vit nú skriva 2019, so er tað løgið, at útjaðarin í Føroyum verður so niðurraðfestur, sum hann verður. Hugsa vit um farleiðirnar við stóru ferðsluni, Klaksvík-Eysturoy, farleiðina til Flogvøllin og Smyril, so er kontrastin øgilig. Men bara nakrar fáar kilometrar frá hesum økjunum máttu tey inntil nýliga rulla oljutunnur, leypa í land av lúnningini, og sum vit síggja nú, finna seg í at vera heilt fyriuttan samband í fleiri dagar.

Súlan er ein glasfipurbátur, sum gongur 8 míl, og í ár verður 32-ára gamal Súlan er bygd í Faaborg í 1987 og er góðkend til opið hav og farmaflutning, eins og ferðafólkaflutning. Um veturin er hon góðkend til 12 ferðafólk. Men alt hetta er treytað av, at motorurin riggar.