Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Avgerandi dystur hjá Team Klaksvík

Jákup Ósá

Skal Team Klaksvík spæla við til tað síðsta í bólkaspælinum í steypakappingini, so skal dysturin móti Neistanum sunnudagin geva stig.

Tríggir dystir eru í bólkaspælinum, og hetta er einasti heimadystur sum Team Klaksvík hevur. Neistin vitjar í klaksvík og eftir fyrsta umfar hevur Neistin fult stigatal eftir tepran sigur á StÍF, meðan Team Klaksvík einki stig hevur eftir tepurt tap á Kyndli. Team Klaksvík spældi ein av teirra bestu útidystum móti Kyndli, og tí verður spennandi at síggja, hvørs tað var tekin um, at Team Klaksvík í løtuni er betri fyri enn fyrr í kappingarárinum.

 

Dysturin sunnudagin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar kl. 17.00.