Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Meistararnir í 2016 og 2017 avloysa meistararnar í 2018

Jákup Ósá

Nú er greitt, at ein broyting verður í Klaksvíkskappingini.

HB fer á venjingarlegu í Turkalandi í eina viku síðst í februar og kann tí ikki spæla í Klaksvíkskappingini. Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur við Norðlýsið, at KÍ gjørdi skjótt av og bjóðaði nummar 5 í fjør, Víkingi, plássið og Víkingar hava boðað frá, at teir taka av.

 

Sostatt vera tað meistararnir frá 2016 og 2017, sum avloysa meistararnar í 2018. Liðini í ársins Klaksvíkskapping, sum verður 23.-24. februar, vera KÍ B36, NSÍ og Víkingur.