KÍ hevði aðalfund í kvøld.
Umframt at roknskapurin bleiv góðkendur, so var val av starvsnevndarlimum á skránni. Har kann fundurin velja allar starvsnevndarlimirnar uttan formannin, har ein freist er á átta dagar undan fundinum. Einki mótvalevnið kom til Tummas Lervig, sum sostatt bleiv afturvaldur sum formaður. Av hinum starvsnevndarlimunum tók Jórun F. Jacobsen ikki við afturvali. Nýggir starvsnevndarlimir eru Jákup Eydnugarð og Rói Clementsen.
Starvsnevndin í KÍ er soleiðis skipað nú:
Formaður: Tummas Lervig
Næstformaður: Rúni Heinesen
Nevndarlimur fyri fíggjarmál: Hilmar Danielsen
Nevndarlimur fyri fótbólti: Margit G. Joensen
Nevndarlimur fyri hølir: Jákup Eydnugarð
Nevndarlimur fyri samskifti: Rói Clementsen



