Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skráin: Torradagar 2019

Klaksvíkar Kommuna

– Havið og tilfeingið í havinum hava spælt stóran leiklut í lívi og virki hjá fólki í Klaksvík – og ger tað framvegis, sigur Dávur Winther, samskipari av Torradøgunum.

Nú stundar Torratíðin aftur til, og verða dagarnir hildnir í Klaksvík 18. til 24. februar. Nógv ymiskt spennandi, bæði nútímans og afturlítandi, er á skrá. Við Torradøgum ynskir Klaksvíkar kommuna seta sjóneykuna á mentanarliga virði innan sjóvinnu, sjólív og tað vinnulív í her annars hevur verið og er.

Klaksvík er fiskivinnuhøvuðsstaður, og við stórum og fjølbroyttum virksemi hevur vinnan her í økinum verið við til at skapa grundarlagið undir okkara nútímans vælferðarsamfelagi, har mentan er ein sjálvsagdur lutur – Ja, vinnan og mentan ganga lið við lið, plaga vit at taka til.

Í ár er Spinnaríið fyri ein stóran part karmur um tiltøkini á Torradøgunum, men eisini Miðhøllin á Skúlatrøð, Posthúskjallarin, Gamla Seglhúsið, Miðstovan og Spaniastova.

Góða Torraviku – kunna teg nærri um Torravikuna niðanfyri

Sí skránna her.