Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fiskivinnutingið torrahæddarpunkt

Jóhann Lützen

Uttan at taka nakað frá hinum tiltøkunum, so má sigast, at hæddarpunktið í torravikuni er fiskivinnutingið mikukvøldið. Tí uttan fiskivinnuna var neyvan nøkur torravika. Torri, sum upprunaliga var ein heilur mánaður, hevur altíð snúð seg um fisk, sjálvt langt áðrenn Føroyar blivu ídnaðar- og fiskivinnusamfelag. Torramánaðurin var nevniliga søguliga góður útróðrarmánaður. Tí er onki meira natúrligt, at vit í torravikuni eisini lata hæddarpunktið snúgva seg um fiskivinnu.

Nógv er hent síðani seinasta fiskivinnuting á torradøgunum í 2017. Vit hava fingið eina nýggja fiskivinnulóggávu, har 15% av tilfeinginum verður selt á uppboðssølu og 8,5% verður útlutað sum menningarkvota. “Alt ov nógv!”, siga klaksvíkingar. “Alt ov lítið!”, siga havnarmenn, meðan Landsstýrið roynir at verja borg og greiða frá, hví júst ein knappur fjórðingur av fiskivinnuni var tað rætta at nýskipa.

Politiskt eru mótpolarnir gomlu fullveldisflokkarnir, Fólkaflokkurin og Tjóðveldi. Sambandsflokkurin og Sjálvstýri halda seg uppat Fólkaflokkinum, meðan Javnaðarflokkurin og Framsókn stuðla Tjóðveldi. Miðflokkurin er helvt um helvt; annar tinglimurin var fyri og hin ímóti nýskipanini.

Tað verða formenninir fyri hesar flokkar, sum koma at manna panelið á Fiskivinnutinginum. Orðstýrarar verða Beinta Løwe og Jón Brian Hvidtfeldt, og verður tað fyriskipað sum vant, fær almenningurin høvi til at seta panelluttakarunum spurningar. Okkurt árið hevur útvarpið ikki sent frá tiltakinum, og tað árið komu so nógvar atfinningar, at Kringvarpið í ár hevur valt at senda tað í bæði útvarpinum og sjónvarpinum hjá sær.

Lagt er soleiðis í pottin til, at allar Føroyar fara at kunna fylgja við. Sjómannadagar eru aftur í august, og tá plagar fiskivinnutiltak eisini at vera, men tað er óvist hvussu verður í ár, tí løgtingsval liggur í luftini og kann órógva. So møguliga er hetta seinasta fiskivinnutingið í hesum valskeiðinum.

Nógv ivamál eru. Er ætlanin at broyta uppboðssøluna? Hvussu við nýggjum aktørum? Skulu tær vera opnar, afturlatnar, hava fast boð? Skulu sjómenninir áhaldandi vera við til at gjalda? Hvussu er við menningarkvotunum? Skulu tær vera loyniligar og undantiknar almennum innliti, ella skal opinleiki valda? Anti-trust og søgulig rættindi, skal nøkur broyting gerast har? Hvussu fer umsitingarætlanin at síggja út? Kvotur ella fiskidagar?

Og soleiðis kundu vit blivið við. Ein spurningur kundi eisini verið, hvussu tað fer at rigga, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum nú umframt fiskivinnu og landbúnaðarmál eisini fer at umsita ítrótt, kirkjumál og Kringvarpið. Nógvir spurningar, og høvuðsendamálið við fiskivinnutinginum er júst at fáa fram í ljósið, hvat teir ymisku flokkarnir síggja fyri sær skal henda við okkara høvuðsvinnu.

Hiðani skal ljóða eitt herðaklapp til Dáva Winther, hvørs ótroyttiliga arbeiði fyri mentanini í Klaksvík enn einaferð sæst aftur í eini sera fjølbroyttari torraskrá, sum megnar at samansjóða list, ítrótt, mentan, mat, film og heilsu rundan um hæddarpunktið fiskivinnutingið.

At enda skal ljóða ein áheitan: Tá Fiskivinnutingið er av, er siður hjá fundarfólkinum at tríva í Tjóðsangin. Vónandi taka fólk sær stundir til at syngja øll 3 ørindini av okkara vakra tjóðsangi, yrktur av skarðsmanninum Símuni av Skarði, ein háskúladag í 1906 í Føgrulíð handan Klakk og Háls. Tað er uppá sítt pláss at lata allan sangin, og ikki einans fyrsta ørindið, koma til sín rætt, nú tað í ár eru 100 ár liðin, síðani heimbygdin hjá skaldinum, Skarð á Kunoynni, varð endaliga avtoftað.

Harleyfacadeacryl