Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Samstarvið millum sjúkrahúsini ber nú ávøkst

Hans Jacob á Líknargøtu

Bíðitíðin at sleppa í MR-skannarin er minkað niður í áleið ein mánað, eftir at bíðitíðin fyrr var heilt upp til 3 mánaðar.

Nú ber til at nýta MR skannaran á Landssjúkrahúsinum hvønn yrkadag. Hetta letur seg gera, tí nú ber til millum annað, at fáa vanligar røntgenkanningar gjørdar á sjúkrahúsunum í Klaksvík og á Tvøroyri, sum hevur fingið og í næstum eisini fær nýggja útgerð.
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svarið til Kaj Leo Holm Johannensen, løgtingsmann.