Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fantastiskt: KOKS fekk tvær stjørnur!!

Jóhann Lützen

Tey trý Poul Andrias Ziska, Karin Visth og Jóhannes Jensen, sum mynda matstovuna KOKS, vóru ovurfegin, tá tað beint nú gjørdist greitt, at ikki bara ein, men tvær stjørnur nú skína bjart yvir matstovuna Frammi við Gjónna.

 Lógvabrestirnir vildu ongan enda hava, tá føroyska matstovan KOKS í kvøld varð heiðrað við heili tveimum MIchelin-stjørnum. Føroyingarnir sótu annars við bivandi hjarta, tá KOKS ikki var millum matstovurnar, sum fingu eina stjørnu í Århus í kvøld. Rómurin var tí øgiligur, tá stórtíðindini bórust, at matstovan nú eigur tvær stjørnur. Norðlýsið er til handanina í Århus í kvøld. Vit fáa eina viðmerking frá vinnandi liðnum um eina løtu.