Tveir filmar vera sýndir í Atlantis Bio í kvøld – nevnliga Circus og Unge Astrid. Atgongumerkir fáast á atlantis.fo ella á telefon 456900.
Kl. 19.00: Filmurin Cirkus
Meistaraverkið Cirkus hjá Chaplin er ein av minniligastu stummfilmunum fullur av perlandi komikki við einum ísletti av melodrama. Av nógvum róptur tann yvirsæddi Chaplin-filmurin. Høvðuspersónurin er sjálvandi tað elskaða landastroki.
Flýggjandi undan løgregluni undir illgruna fyri at vera lummatjóvur, leitar hann sær til eitt ferðandi sirkus, har áskoðararnir halda hann vera ein part av sýningini. Í filminum hendir mangt og hvat. Endin er so vakur og sorgblíður, sum bert Chaplin kann gera hann.
Kl. 21.00: Filmurin Unge Astrid
Tá ið Astrid Lindgren var ung, hendi nakað, sum ávirkaði hana nógv, ein samanrenning av einum undri og einum óhappi, sum kom at ávirka hennara lív.
Tað var ein hending, sum gjørdi Astrid Lindgren til eina av teimum mest nýskapandi kvinnunum í okkara tíð, og til ta frásøgukvinnu, allur hemurin kom at elska.
Hendan søgan er ein leys tulking av tí tá ungu Astrid – sum hóast tíðina og tey ráðandi átrúnaðarligu boðini – avgjørdi at bróta við normarnar í samfelagnum og fylgja sínum hjarta.



