Kirkjuráðið bjóðaði í morgun kl. 10 til morgunmatarborð í kirkjukjallaranum – hetta áðrenn Torraguðstænasta, sum var kl 11 Christianskirkjan. Væl av fólki hevði leitað sær til hesa huganløtu.
Eftir prædikuna, sum Marjun Lómaklett, sóknarprestur helt, var ein tónleikaframførsla – Ave Maria við Ingibjørg Hansen og Rana Nolsøe.










